24.08.2019

Kioskin hjá børnunum í Húsinum

Vit hava lagt til merkis, at tað er sera spennandi at sleppa at keypa okkurt í kioskini í Húsinum. Tí hugsa vit, at tað er helst er snilt, tit foreldur vita, hvat vit selja!

Sigast skal, at tað er ikki meiningin, at tað skal vera neyðugt at hava pengar við í Húsið, men royndirnar siga okkum, at nógv børn eru svong, tá klokkan gongur móti 15.00. Vit hava tí valt, at hava eina kiosk, tá vit ikki hava møguleika at bjóða mat. Onkuntíð baka vit køku ella bollar, gera smoothies ella skera frukt og grønt, men tá er tað meint sum eitt tiltak.

 

Kioskin hjá børnunum hevur opið 15. min av hvørjum tíma:

13.30 - 13.45

14.30 - 14.45

15.30 - 15.45

16.30 - 16.45

 

Vit selja:

Mr. Lee                               10,- kr

Pizza Focaccia.                  15,- kr

Toast.                                  15,- kr

Pop tarts.                            15,- kr

Frukt.                                   3,- kr

Sunkist                                 5,- kr

Sun Lolly                              5,- kr