20.08.2019

Vilt tú gjarnað hava eina lúku?

Jamen, so er bara eitt at gera - at tekna teg sum lim. Bert tey sum ganga í Dávavirkinum - altso tey sum eru frá 7. flokki til og við 18 ár, hava hendan møguleika.

Vit hava keypt okkum 40 gamlar postkassar, sum lyklar sjálvandi eru til. Um tú teknar teg sum lim, so fært tú tína heilt egnu lúka. Kann vera snild at hava til ymisk smáting.

Sum sagt, so eru bert 40 lúkur, so tey fyrstu 40 ungu, sum tekna seg sum lim, fáa ein lykil til eina lúku.

Tað kostar 300,- kr fyri skúlaárið 2019/2020 at gerast limur, og tá fært tú sjálvandi eisini eina t-shirt ella eina hettutroyggju. Tú teknar teg við at venda tær til eitt av starvsfólkunum í Húsinum. Meir er at lesa um tað at vera limur aðrastaðni á heimasíðuni.