19.08.2019

140 børn og ung vitjaðu Húsið í dag:)

Fyrsti dagur eftir summarfrítíðina, og 140 børn og ung vitjaðu Húsið. Umleið 75 børn og 65 ung. Fantastiska deiligt at síggja so nógv børn og ung aftur - onkur kend og onkur nýggj:) 

Dagurin var brúktur til líka at siga teimum nýggju frá, hvussu vit gera í Húsinum, at kunna um, hvat er á skránni næstu dagarnar, og at greiða teimum frá um stempulskipanina.

Hóast tað var heldur rokaligt, so funnu tey flestu seg til rættis beinaveg.

Vit gleða okkum at síggja nógv børn aftur í morgin og allar dagar frameftir. Tey ungu mugu bíða til mikudagin, tá tað aftur er opið fyri tey.

Gott at hava fingið tey aftur:)