26.05.2019

Dávavirkið fríggjadagin á Norðoya stevnu

Húsið í støðugari menning

Í sambandi við at ungdómurin flytur út í Dávavirkið fríggjadagin á Norðoya stevnu, er ymiskt spennandi á skránni :)


Síðani avgerðin varð tikin um at flyta eldra bólkin í Húsinum út í Dávavirkið, hevur Finnur rokast dag og nátt fyri at gera okkum hølini so góð og lekkur sum møguligt. Hann hevur lagt okkum nýtt ljóðdoyvandi loft og teppi. Harumframt hevur hann bygt okkum ein stóran nýggjan flottan pall, sum er heilar 27 fermetrar. Tað er einki at ivast í, at hann fer at verða brúktur av okkara ungu, men sanniliga eisini av bólkunum, sum venja í Dávavirkinum.

Stuðul úr øllum ættum
Vit hava verið nógv á rótikassanum fyri at leita eftir innbúgvi, sum hóskar til okkum, og eisini er okkurt latið okkum frá øðrum stovnum og feløgum í býnum - stóra takk fyri tað.


Sum ikki einaferð, tá vit fáa okkara góðu (men ofta dýru) hugskot, so vísir vinnulívið seg at vera ein dyggur stuðul. Vit takka so hjartaliga fyri, at tit vilja stuðla ungdóminum og virkseminum hjá okkum.


Livar og Lukas hava eisini prýtt. Teir hava málað ein heilan vegg, sum er 7 metrar langur. Tað eru vit takksom fyri og sera spent at vísa tykkum.

Spennandi samstarv í væntu
Tónlistaskúlan og Dávavirkið gleða vit okkum til at samstarva við og takka eisini fyri, at tit vóru jalig frá fyrsta degi, tá vit nú troðka okkum inn á tykkara øki. Vit eru vís í, at her skal nokk koma alt møguligt gott burturúr samstarvinum......bíða bara.

Klaksvíkar Kommuna skal sanniliga eisini hava stóra tøkk fyri, at tey hava lurtað eftir okkum, og fyri at arbeiða skjótt, tá møguleikin fyri at flyta út í Dávavirkið varð veruleiki.


Last but not least, so eigur ungdómurin stóra tøkk fyri tolni, tí eitt sindur av rokan í fjøruni, hesa seinastu tíðina, hevur tað verið - nú fara at henda ting og sakir :)


Vit ynskja at bjóða øllum, stórum sum smáum, lítlum sum stórum til opið hús í Dávavirkinum fríggjadagin 31. mai 2019.


Skráin:
Kl. 17.00: Diskotek fyri børn frá 3. flokki til og við 7. flokk
Kl. 19.15: Borgarstjórin avdúkar máling hjá Livar og Lukas
Kl. 19.30: Teresa Dahl syngur 3 løg (Teresa hevur júst luttikið í Barna Prix og fekk eitt flott 2. pláss)
Kl. 20.00: Skemt við Bernie
Kl. 22.00: Hans Edward og manning spæla gomul The Dreams løg av Tazy fløguni. Við sær á pallin hevur Hans Edward    Jens Paula Joensen á trummum, Alvin Elleby Andersen á keyboard og Leivur Vitalis á bass
Kl. 00.00: Takk fyri í dag

 

Vit skulu gera vart við, at Húsið er eitt rús- og roykfrítt umhvørvið, men vit bjóða sjálvandi ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið. Vit gleða okkum, og vóna at síggja nógv fólk