06.04.2019

Klaksvíkar Kommuna søkir eftir nýggjum leiðara til Húsið

KLAKSVÍKAR KOMMUNA SØKIR EFTIR LEIÐARA TIL HÚSIÐ

Húsinum tørvar ein virknan leiðara við skapandi hugburði, sum er nærverandi og rúmligur yvir fyri børnum og ungum, samstundis sum hann megnar at stýra við nátúrligum myndugleika og útstráling. Starvið, sum leiðari í Húsinum, er eitt livandi og spennandi starv við skiftandi arbeiðstíðum.

 

 

Arbeiðs uppgávurnar eru m.a.:

At leiða dagliga virksemið í Húsinum, bæði innihaldsliga, fyrisitingarliga og fíggjarliga
At skapa og varðveita eitt innbjóðandi, trygt og mennandi umhvørvið
At skipa fyri tiltøkum til frama fyri børn og ung í Klaksvíkar kommunu
At kveikja og menna hugin hjá børnum til eitt virkið ungdómslív
At leiða og samskifta við starvsfelagar, børn og ung
 
Tað hevur týdning, at Húsið er nýskapandi og gevur íblástur til børn og starvsfólk. Tí er uppgáva leiðarans eisini at fylgja við menningini á økinum og at vera opin fyri samstarvi við viðkomandi stovnar á økinum. Útbúgvingarliga støði ikki avgerðandi, men heldur hevur tað týdning, at vit finna rætta viðkomandi til starvið. Umsøkjarar við royndum innan leiðslu og at skipa verkætlanir kunnu hava fyrimun.

Lønar- og setanarviðurskifti
Vit søkja eftir leiðara at byrja 1. mai 2019. Starvið, sum er fulla tíð við skiftandi arbeiðstíðum, er sambært sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 8. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til John Færø, trivnaðarstjóra, á telefon 410003.

Umsókn við prógvum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. apríl 2019 kl. 12.00. Send umsóknina til klaksvik@klaksvik.fo ella í brævi til: Klaksvíkar kommuna, Postboks 2, 710 Klaksvík. (viðmerk: Leiðari til Húsið). 

 

Um Húsið:

Húsið er til fyri at geva børnum og ungum eitt gott, gevandi og mennandi umhvørvi í teirra frítíð, samsvarandi við barna- og ungdómsvirðunum hjá Klaksvíkar kommunu.

Húsið er ein frístaður við fáum, men greiðum reglum, har børn og ung eru innihaldið í einum rúmligum umhvørvi, har vit hava tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.

Virksemið er skipað í tveir aldursbólkar, sum halda til í tveimum ymiskum hølum:

Børn í 3-7. skúlaflokki halda til í nýinnrættaðum hølum á ovastu hædd í Atlantis, sum liggur beint við Skúlatrøð, ítróttarøkið og miðbýin
Ungdómar í 7. flokki og upp til 18 ár halda til í Dávavirkinum gerandiskvøld og eisini leygarkvøld í rúmligum hølum saman við tónlistaskúlanum og tónleikabólkum