29.04.2019

Býta um klæðir støð - U&U - á Biskupstorgi

Hesa ferð breiðka vit átaki eitt sindur. Í samband við umhvørvisvikuna hjá kommununi hava vit okkara být um klæðir støð við okkum oman á Biskupstorg, har tú kanst býta tíni pløgg um við onnur pløgg. Hetta átakið er ætlað øllum; børn, ungum, vaksnum, eldri og øllum har í millum:)

Vit lata uppruna lýsingina standa, men sum sagt, so eru vit á veghæddini á Biskupstorgi 11. mai 2019 frá kl. 11.00 til kl. 14.00 - kom og vita, um tú ikki ert heppin og finnur okkurt lekkurt:)

 

Eigur tú onkur klæðir, sum tú ikki brúkar? Kanska okkurt, sum er ov smátt/stórt, okkurt feilkeyp ella kanska bara okkurt sum tú er liðug at brúka? Kom so oman í Húsið við tí, og tú sleppur at býta tað um við eitt annað plagg.

Kom og být um klæðir og minka um dálking!

Klædnaídnaðurin er ein tann mest dálkandi í heiminum. Ein máti at gera dálkingina minni er at keypa færri pløgg. Øll mugu vit hava klæðir. Men hevur tú hugsað um, at plaggið, sum tú ikki brúkar og kanska bara hongur í skápinum, kann verða til gleði fyri onkran annan - og at tú samstundis kanst fáa eitt nýtt 'gamalt' plagg heim við - win win.

Um tú sum ungur hevur hug at taka lut í hesum átakinum, so er bara at fara at hyggja í klædnaskápið - sikkurt finnur tú okkurt, sum hevur ligið har leingi uttan at verða brúkt.

Soleiðis gert tú:

- Tak plaggið við oman í Húsið/á Biskupstorg

- Hang tað á stativið

- Finn tær síðani eitt annað plagg, sum tú hevur hug at taka heim við.

 

1 plagg úr tínum klædnaskápi = 1 plagg heim við av stativinum í Húsinum

 

Kravið til klæðini er, at tey eru heil og rein. Vit taka so at siga móti øllum - tó ikki undirbuksum og sokkum:)

Kom og ger mun!