26.02.2019

So gjørdist Húsið tannáringur

Hósdagin 28. februar hátíðarhalda vit, at Húsið hevur 13 ár á baki, og nú er tannáringur.

Hesi seinastu 13 árini, hava nógv børn og ung havt sína gongd í Húsinum. Summi av teimum eru nú vaksin, summi eru flutt frá børn-bólkinum til ung-bólkin, men tey eru øll so avgjørt ein partur av sálini í Húsinum, á sama hátt sum tey børn og ungu, sum brúka Húsið í dag..

Hetta seinasta árið hava vit verið ígjøgnum nógvar broytingar, og tað hevur skapt eitt sindur av órógv. Vit eru flutt út, flutt inn, fingið nýggj starvsfólk og nýggjar reglar - ja, vit eru farin ígjøgnum eitt sindur av hvørjum, men júst sum tannáringar eisini finna seg til rættis í nýggja leiklutinum, so eru vit eisini komin ígjøgnum, og hava kanska eisini ment okkum og lært okkurt á vegnum.

Tá vit lótu upp í nýggjum hølum í august 2018, kendust karmarnir ikki so heimligir - onkur helt, at har var ov pent og moderna, men við tíðini hava børn, ung og starvsfólk megnað at givið nýggju hølunum sál, so vit nú aftur kenna okkum heima í Húsinum. Tað prógvar kanska bara uppáhaldið, at home is where the heart is:) Í øllum førum kunnu vit siga, at børn og ung í Norðoyggjum (og viðhvørt eisini aðrastaðni) enn taka undir við rús- og roykfría tilboðnum, sum Klaksvíkar Kommuna bjóðar teimum 

Hóast vit ikki hava valt at gera so øgiliga nógv burturúr degnum í ár, so fara børnini at bjóða bollar og kakao úti í Á handlinum hósdagin 28. februar frá kl. 16.00 til 17.00. Fólk eru sjálvandi eisini vælkomin á gátt í Bøgøtu - har børn og ung hava gjørt eitt sindur burturúr at pynta hølið til dagin - til ein kaffimunn og eitt gott prát.