07.01.2019

Kioskin eisini opin fyri børnini

Børnini í Húsinum hava leingi ynskt, at tey  - eins og tey ungu - kunnu keypa sær okkurt smávegis í kioskini í Húsinum. Vit hava drálað eitt sindur, tí vit ikki vilja leggja upp til, at tað skal vera neyðugt at hava pengar við sær í Húsið.

Tó hevur ynski verið so áhaldandi, at vit hava tikið ynski upp til nýggja viðgerð og hava avgjørt, at vit lata kioskina upp fyri børnini sum eina roynd fyribils fram til 1. mars, tá endalig støða verður tikin.

Tað merkir so, at børnini hava møguleika at keypa:

Mr. Lee fyri 20,- kr

Toast 15,- kr

Mini-pizza 15,- kr

Sunkist 7,- kr