23.11.2018

Starvsfólkini í Húsinum á ungdomsráðstevnu í Stokholm

Í samband við, at starvsfólkini í Húsinum fara á eina ungdómsráðstevnu í Stokholm frá mikudegnum 28. november 2018 til og við leygardegnum 1. desember 2018, skulu vit gera vart við, at starvsfólk vera um børnini og tey ungu hesar dagar. Eisini eru nakrar smávegis broytingar, sum rættast aftur fyrstu viku í demsember, tá vit eur aftur.

Húsið verður opið mest sum sum vanligt, tó letur Húsið ikki upp fyrr enn kl. 14.00 mikudagin og hósdagin. Vit hava fingið nøkur dugnalig og spent fólk at taka yvir fyri okkum, meðan vit eru vekk - uttan tey hevði tað ikki verið møguligt at farið avstað.

Tað er trupult at finna skeið og íblástur, sum er áhugaverd fyri okkum sum arbeiða við stórum børnum og ungum. Tí hava vit leita okkum til Stokholm, har MUCF á hvørjum árið skipar fyri einari stórari ungdomsráðstevnu, har møguleiki er at velja seg inn á 4 ymiskar verkstovur. Evnini á verkstovuni eru øgiliga ymisk, men tey taka øll støði í ungdóminum. Um tú kundi hugsað tær ar lisið meir um evnini í ár, so kanst tú vitja heimasíðuna hjá MUCF her