11.09.2018

SMS-skipanin ikki virkin í løtuni

Av tekniskum ávum ber ikki til at tekna seg til sms-skipanina á netinum í løtuni. Vit fáa at vita, at tað fer at taka einar 2 vikur at fáa hana upp at koyra aftur.

Um onkur skuldi havt hug at tekna seg til sms-skipanina og fáa boð beint inn á telefonina, um tiltøk og átøk í Húsinum, so eru tey vælkomin at venda sær til eitt av starvsfólkunum, so fiksa vit tað:)