07.09.2018

Video: Kapping í at prýða kaku

Í dag hava vit havt kapping í at prýða køkur. Øll fingu hvør sítt stykki og so skuldu tey sjálvi prýða hana. Tey nærum 45 børnini fóru hugagóð til verka og tá liðugt var, vóru so nógvar flottar kakur. Tað var ikki nemt hjá starvfólkunum at velja. Men neyðugt var at finna 3 vinnarar, ein fyri flottastu kaku, ein fyri stuttligastu kaku og fyri mest kreativu kakuna. Osla, Bjarta og Lena vóru tær hepnu.

Hetta vóru vinnarakøkurnar 

  

Osla átti flottastu kakuna
Bjarta átti stuttligastu kakuna
Lena átti mest kreativu kakuna