24.08.2018

Tey ungu gera parkeringspláss

Tey ungu í húsinum koma ofta við skutara, og spurdu tey um, at sleppa at gera parkeringspláss til sínar skutarar. Tey sluppu sjálvi til verka, og tað stóð ikki á, at fáa gjørt nakrar básar. Tey gjørdu sær enntá stóran ómak við at fáa búmerkið á parkeringsplássini. Vit halda sjálvi, at úrslitið er mega kul!