10.02.2022

Handilsmiðstøðin Larma farin til verka

Í 2020 fingu Húsið, Ung í arbeiði og Íverksetarahúsið 50.000,- kr í stuðli frá Føroyagrunninum til eina verkætlan fyri ung, sum hevði til endamáls at gera gera/finna eina vøru at selja og møguliga gera ein handil. Stuðulin varð játtaður sum hjálp til at koma í gongd.

Sum sagt, so var hetta ein felags verkætlan hjá Ung í arbeið, Íverksetarahúsinum og Húsium, sum í hvør sínum lag hava ein leiklut í at fáa hesa verkætlanina at rigga.

Vit byrjaðu við at søkja eftir starvsfólki, ið høvdu hug og hugskot til eina slíka verkætlan. Tá starvsfólkini vóru funnin - 3 í tali - skuldu tey avgera, hvør vøran skuldi verða.

Tey 3 starvsfólkini, Hanus Jógvanson, Anitha Vágsá og Bjørg Østerø gjørdust nokk so skjótt samd um, at tey høvdu hug at prenta uppá klæðir. Bæði tí tað lærdi tey okkurt nýtt, og tí tað gevur teimum møguleika at arbeiða kreativt.

Tá hendan avgerð varð tikin, var uppgávan at finna út av, hvørja maskinu tey skuldu hava, hvat tey høvdu ráð til o.s.fr. Eisini hevur Meinhard Joensen hjálpt teimum við lán av einari pressu, so tey fingu eina hóming av, hvat hetta gekk út uppá, áðrenn tey brúkta allar pengar uppá maskinuna - takk fyri Meinhard.

Felagið larma hevur fingið telefonnumar og teldupostbústaðir, og arbeitt verður nú við at finna pengar, og at gera eina app, so eisini ber til at bíleggja umvegis netið.

Tey hava verið - og eru - óalmindeliga sjálvstøðug, skiljagóð, røsk, ótolin og stuttlig at arbeiða við. Tað einasta vit hava gjørt er at standa á síðulinjuni og hugt at meðan tey hava koyrt á.

Nú er gongd komin á, og fyrstu blusurnar eru prentaðar. Um tú kundi hugsað tær at keypt eina blusu við larma prenti, so kostar hon 150,- kr. Tú kanst bíleggja við at senda ein teldupost til larma@larma.fo. Minst til at viðmerkja, stødd og um blusan skal vera hvít ella svørt. Ókeypis útbering í Klaksvík

Tú kanst fylgja larma á instagram: larma_klaksvik