18.08.2021

OMG - nú gleða vit okkum at síggja tykkum øll aftur:)

Eftir eina meeeega langa summarfrítíð, byrja vit endiliga aftur, mikudagin 18. august. Vit eru so spent at síggja øll tey kendu andlitini aftur, men eisini at síggja nógv nýggj andlit:)

Fyrstu vikuna í Bøgøtu fara vit at at bjóða teimum nýggju 3. flokkunum vælkomum, og læra tey, hvussu vit gera í Húsinum, men vit fara eisini hava hava árligu køkuprýðingarkappingina - hon verður fríggjadagin 20. august.

Í Dávavirkinum fara vit at taka væl ímóti teimum nýggju 7. flokkunum, og so er ætlanin eisini at fara at grilla hóskvøldið.

Vit skulu eisini gera vart við. at limakortið skal endurnýggjast - tað kostar 300,- kr, og er galdandi fyri skúlaárið 2021/2022. Tað gamla limakortið er hervið ikki galdandi meir

GG! Upplatingartíðirnar eru broyttar, so vit nú hava opið fyri børnunum frá kl. 12.00 til kl. 16.00. mánadag til fríggjadag í Bøgøtu