02.09.2020

Hetta kom burturúr verkstovuni um LARMA í kvøld

Í kvøld skipaði Ung í arbeiði fyri verkstovu í samband við, at LARMA-appin til øll ung frá 6. flokki til og við 18 ár, var tikin í nýtslu í seinastu viku.

Tað møttu nøkur og 20 ung upp.

Ung í arbeiði hevði orduliga gjørt seg til, at tey ungu skuldu koma við ballónum, nachos og gularótum:)

Tað sum var á skrá var sjálvandi LARMA. Vit tosaðu um, hví vit høvdu gjørt hesa appina, og hvat vit vónaðu, at hon kundi brúkast til - at tey ungu fingu eitt amboð, sum tey kunnu brúka til at gera vart við sín tørv, síni ynskir og at siga sína hugsan.

Tey ungu vóru sett í bólkar og biðin at koma við 5 ymiskum tingum, sum tey kundu hugsað sær vóru broytt. Síðani vóru øll evnini sett upp, og tey ungu fingu 3 atkvøður í part. Tey 5 evnini, sum fingu flest atkvøður, eru nú spurningar inni á LARMA-appini til øll ung at taka støðu til. Soleiðis hava tey, sum møttu upp á verkstovuni havt beinleiðis ávirkan á, hvat vit spyrja um í hesum næsta umfarinum av spurnarkanningum.

Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat tey mettu vera áhugavert at atkvøða um. Har vóru bæði lógir, sum tey ynsktu broyttar, umstøður, sum tey ynsktu at betra, men eisini onkur viðurskifti, sum eru skjót at broyta. Nú fáa vit at síggja, um  onnur ung taka undir við ynskjunum.

Vit tosaðu eisini eitt sindur um munin á at broyta eina lóg og at broyta viðurskifti innanhýsis í Húsinum.

Hendan nýggja spurnarkanningin kann svarast fram til 15. september, so gongur tú í 6. flokki ella ert tú ikki blivin 19 ár enn, so hevur tú nú møguleika at geva tína meining til kennar.

Um tú ikki longu hevur tikið appina niður, so er hon tøk til bæði ios og android. Tak hana niður, skráset teg og atkvøð.

Vit takka fyri eitt hugnaligt kvøld í Íverksetarahúsinum, og siga manga takk við Ung í arbeiði