29.08.2020

Kemur tú við? - ung

Leygarkvøldið 5. september kl. 20.00, hava Hamradun og Beinir konsert umborð á Kyrjasteini, sum stendur beint uttan fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Vit hava leiga Dragan at sigla okkum úr Klaksvík til Fuglafjarðar á konsert. Vit fara ikki í land, men fara bara at lurta, meðan við vagga við aldunum til konsertin. Tá konsertin er liðug sigla vit heim aftur til Klaksvíkar.

Vit fara av keiini í Klaksvík kl. 18.30, og eru sikkurt heima aftur, so vit náa at fáa ein heitan kaffimunn í Húsinum, áðrenn tað letur aftur kl. 01.00

Tað er avmarkað pláss umborð á Draganum, so limir hava fyrsta rætt at sleppa við. Um tú ert limur, so sleppur tú við fyri 100,- kr, ert tú ikki limir, so kostar tað 300,- kr.

Sjálvandi ber enn til at tekna seg sum lim. tað kostar 300,- kr at gerast limur, og við í prísinum er nýggja hettutroyggjan.

Tú teknar teg til túrin við at siga einum av starvsfólkunm í Húsinum frá, og gjalda 100/300,- kr

Vit fara at hugna okkum umborð á Draganum, og hava okkurt lekkurt við okkum.

Húsið verður opið sum vanligt fyri tey, sum ikki koma við.

Til ber at tekna seg til túrin longu í kvøld.

Um veðrið ikki er til vildar, og túrurin verður avlýstur, so fáa tit sjálvandi pengarnar aftur.

Sambært LARMA-appini, so hava tit ynskt tykkum fleiri útferðir - hetta verður so fyrsta roynd:)

Vit eru spent og gleða okkum