13.05.2020

Skalt tú hava tí nýggju kulu hettutroyggjuna við endurskyni? - tekna teg sum lim og hon er tín:)

Longu nú ber til at tekna seg sum lim í Húsinum. Hóast skúlaárið 2019/20 ikki er orduliga liðugt enn, so ber longu nú til at tekna seg sum lim fyri skúlaárið 2020/21. Orsøkin er, at vit hava fingið nýggjar lekrar hettutroyggjur, har búmerkini á troyggjuni eru endurskyn - hvussu kul er tað ikki?:)

Um tú gerst limur í Húsinum, so fært tú eina av kulu nýggju hettutroyggjunum við endurskyni. Sjálvandi fært tú eisini eitt limakort, so tú m.a. hevur ágóðan av, tá vit skipa fyri tiltøkum, sum kosta. Tá sleppa limirnir við fyri hálvan prís við at vísa limakortið. Umframt tað, so fært tú eisini eitt lítið poppkorn og lítla sodavatn ókeypis, tá tú fert í biograf í Atlantis, og 10% avsláttur í Sport 24 - tað einasta sum krevst er, at tú kanst vísa eitt galdandi limakort.

Nýggja (svart/silvur) limakortið er galdandi skúlaárið 2020/2021, og kostar 300,- kr

Fyri at gerast limur skalt tú fylla út tilmeldingarskjalið, sum tú fært frá einum av starvsfólkunum í Húsinum ella taka niður her. Síðani skalt tú koma aftur við skjalinum og 300,- kr, so fært tú eitt limakort og eina hettutroyggju frá okkum.

Tað loysir seg at vera limur í Húsinum:) Vit skulu tó gera vart við, at tað ikki er neyðugt at vera limur fyri at vitja Húsið - øll børn og ung frá 13 - 18 ár eru hjartaliga vælkomin limir ella ikki:)