08.04.2020

Góð páskir:)

Góðu øll,

vit vónaðu at sleppa at lata upp eftir páskini, men útmeldingin frá mynduleikunum í dag sigur, at einki broytist fyrr enn 20. apríl, tá børn til og við 3. flokk sleppa á dagstovn og í skúla. Tað merkir fyri øll eldri enn 3. flokk, at tað verður ein løta enn, áðrenn vit sleppa í Húsið aftur.

Vit gleða okkum at síggja tykkum, men vit mugu brynja okkum við toli eina løtu aftrat - so nú krossa vit alt sum krossast kann, og vóna at vit ikki skulu bíða alt ov leingi.

Vit sakna tykkum

Øll vit starvsfólk í Húsinum ynskja tykkum eini mega góð og hugnalig páskir