Pool-kapping - børn
Í dag er pool-kapping á loftinum.
Nú er tíðin komin til at børninini sleppa at royna seg í pool, so um tú hevur hug at vera við í kappingini, so er bara at tekna teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum.
Um tú ongantíð hevur roynt tað fyrr, so skulu vit nokk hjálpa tær - øll kunnu vera við.
Kanska vit eisini eiga ein vinning
Byrjar:
10.09.2026 - KL. 14:00
Endar:
10.09.2026 - KL. 16:15
Komandi tiltøk
14
september
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
14
september
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur
15
september
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum