Kom og set lit á.) - børn

Nú er tíðin komin at seta eitt sindur av liti á. Týsdagin taka vit pensilin í hond og fara at mála gongina millum vesini - har er so bjart hvítt, at vit fáa ilt í eyguni.

Vit hugsa, at vit kanska kunnu vera eitt sindur kreativ, so Harley hevur funnið okkum nakrar litir at spæla við:)

Snilt hevði verið, um tit vóru klødd til at rokast og málað, men um tú gloymir tað, so kanska vit klára at finna uppá okkurt, so klæðini hjá tykkum ikki eru full av máling, tá tit fara heim:)

Vit gleða okkum at fjasa saman við tykkum

Byrjar:
20.08.2019 - KL. 00:00

Komandi tiltøk

24 mars
2024
Páskastongt
Nú er páskastongt. Vónandi hugnar tú tær, men et ikki ov nógv páskaregg
12 apríl
2024
Rokkarar og popparar - disko fyri børn
Nú er tíð at hava diskotek fyri børnunum aftur:) Hesa ferð er evnið rokkarar og popparar. Tað merkir, at tú kanst koma sum ein rokkari ella ein poppari. Tað kostar 20,- kr fyri limir og 30,- kr fyri onnur at koma í diskotek. Sodavatnsbarrin verður opin, so okkurt lekkurt verður til keyps fyri ein…