Vit skjóta gongd í myndakappingina við Eyðbjørn Jacobsen

2. september skjóta vit gongd í eina myndakapping fyri ung. Myndakappingin koyrir fram til 1. oktober, tá allar myndir skulu vera okkum í hendi fyri at vera við í kappingini.

Evnið er ungdómsmentan - við undirheitinum, hvat gert tú, tá mamma tín ikki sær. Tað merkir, at tit, í myndum, skulu lýsa ungdómsmentanina. Tað kann vera myndir av øllum tí, sum tað at vera ungur, er fyri tykkum - minnist til, at myndirnar skulu tola at verða vístar alment

Til at fáa gongd á, hava vit fingið Eyðbjørn Jacobsen at koma framvið at siga okkum eitt sindur um, hvussu vit fáa eina góða mynd.

Meir. verður at frætta um treytirnar fyri at vera við í kappingini eitt sindur seinni, men ein vinningur verður til bestu mynd, og ætlanin er eisini at hava eina myndaframsýning við innkomnum myndum

Byrjar:
02.09.2019 - KL. 21:00

Komandi tiltøk

23 apríl
2024
Rokkarar og popparar - disko fyri børn
Nú er tíð at hava diskotek fyri børnunum aftur:) Hesa ferð er evnið rokkarar og popparar. Tað merkir, at tú kanst koma sum ein rokkari ella ein poppari. Tað kostar 20,- kr fyri limir og 30,- kr fyri onnur at koma í diskotek. Sodavatnsbarrin verður opin, so okkurt lekkurt verður til keyps fyri ein…
24 apríl
2024
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
24 apríl
2024
Til Strendur vit fara:)
Visti tú av, at tey eisini hava eitt ungdómshús á Strondum? Well - tað hava tey, og nú fara vit at vitja. Vit fara herfrá kl. 19.30 og koyra av Strondum aftur kl. 22.00 Kom við ein túr - tað verður heilt sikkurt bæði hugnaligt og stuttligt:) Skriva teg upp hjá einum av starvsfólkunum í seinasta l…