Skulu vit fara at gera eitt hit?

Dugir tú at spæla?, syngja?, skriva? ella hevur tú kanska bara hug at vera við? Hans Edward koyrir showið, og nú fara vit at gera eitt hit:)

Vit fara at skriva tekstin, smíða lagið, spæla tað inn í okkara egna studio, og so er tankin at vit spæla sangin til øll duga tekstin og kunnu syngja við - hvør veit kanska kemur hann í næstu útgávu av onkrari føroyskari sangbóklk:)

Í øllum førum, so eru øll vælkomin at bjóða inn við onkrum

Síggjast í Húsið-studio í Dávavirkinum:)

Byrjar:
05.09.2019 - KL. 20:00

Komandi tiltøk

25 apríl
2024
Húsið stongt - Flaggdagur
Síðani 25. apríl 1947 hava vit hátíðarhildið flaggdagin. Tað gera vit eisini í ár:) Vit halda tí frí, og vóna at nógv fólk møta upp til flaggdagshald ymsa staðni í landinum at hátíðarhalda føroyska flaggið
26 apríl
2024
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir. 
02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)