Juhuuuuu - so er tað endiliga 18. august:) - ung

Vit vóna, at tit gleða tykkum til vit lata upp aftur hóskvøldoð....., tí vit hava sakni tykkum alla hesa laaaaangu summarfrítíðina:) Men vit lovaðu at vit komu sterkt aftur, so tað gera vit hóskvøldið kl. 19.30 (sum vanligt).

Vit gleða okkum at taka ímóti nýggjum 7. flokkum og vit gleða okkum at síggja øll okkara kendu ungu aftur. Kvøldið fer heilt sikkurt mest til at heilsast og hugna - kanska vit klára at finna uppá okkurt býtt.

Vit taka ein lítlan steðg kl. 21.00, tá vit fara at hava ein skjótan húsfund, har vit siga eitt sindur um, hvat vit hava av ætlanum komandi vikurnar, og har tit eisini sleppa at koma við tykkara hugsanum - kanska tit hava fingið eitt genialt hugskot í summarfrítíðini?:)

Í øllum førum, so gleða vit okkum heilt alvorligt til at síggja tykkum hóskvøldið, og eisini til at síggja nýggju 7. flokkarnar um kvøldið:)

Til vit síggjast - ansið eftir tykkum og hvørjum øðrum

Byrjar:
18.08.2022 - KL. 19:30
Endar:
19.08.2019 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

25 apríl
2024
Húsið stongt - Flaggdagur
Síðani 25. apríl 1947 hava vit hátíðarhildið flaggdagin. Tað gera vit eisini í ár:) Vit halda tí frí, og vóna at nógv fólk møta upp til flaggdagshald ymsa staðni í landinum at hátíðarhalda føroyska flaggið
26 apríl
2024
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir. 
02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)