Vit hita upp til Summarfestivalin við Joe & the Shitboys

Mánakvøldið hevur Húsið opið frá kl. 20.30 til miðnátt. Ja, vit sakna at síggja tykkum, so vit hava fingiðer Joe & the Shitboys at koma norð at spæla konsert í Dávavirkinum kl. 21.00

Joe & the Shitboys er ein punk bólkur við manning úr Havn. Teir hava júst spælt á spæliplássinum á G!, og nú koma teir norð at spæla í Dávavirkinum.

The Shitboys eru:
Willy Shit á gittara
Sammy Shit á bass
Johnny Shit á trummum

Joe á vokal

Um tú ikki kennir til teir, so er okkurt at síggja her

 

Byrjar:
22.07.2019 - KL. 21:00

Komandi tiltøk

24 mars
2024
Páskastongt
Nú er páskastongt. Vónandi hugnar tú tær, men et ikki ov nógv páskaregg
12 apríl
2024
Rokkarar og popparar - disko fyri børn
Nú er tíð at hava diskotek fyri børnunum aftur:) Hesa ferð er evnið rokkarar og popparar. Tað merkir, at tú kanst koma sum ein rokkari ella ein poppari. Tað kostar 20,- kr fyri limir og 30,- kr fyri onnur at koma í diskotek. Sodavatnsbarrin verður opin, so okkurt lekkurt verður til keyps fyri ein…