Diskosuppa við Heina og børnunum:)

Ja, so fara vit eisini at royna okkum við eini diskosuppu. Á-handilin í Klaksvík stuðlar við tí grøna, og børn, vaksin og Heini Dahl Ziska fara at royna at gera eina vælsmakkandi diskosuppu. Hetta er partur av Ung & Umhvørvi evninum, sum vit í Húsinum arbeiða við í løtuni, og vit eru so sera spent at vita, hvussu hetta fer at rigga.

Um suppan hjá okkum verður etandi, so er ætlanin at fara út í býin at bjóða borgarunum í býnum suppu. Endamálið er at vísa á, at hóast grønmeti og frukt møguliga hevur sæð betri dagar, so kann tað nýtast til dømis til eina suppu, á tann hátt kunnu vit minka um matspillu.

Vónandi lukkast hjá okkum, so vit kunnu fara út at heilsa uppá fólk og bjóåa teimum suppu

Byrjar:
27.03.2019 - KL. 14:00

Komandi tiltøk

24 mars
2024
Páskastongt
Nú er páskastongt. Vónandi hugnar tú tær, men et ikki ov nógv páskaregg
12 apríl
2024
Rokkarar og popparar - disko fyri børn
Nú er tíð at hava diskotek fyri børnunum aftur:) Hesa ferð er evnið rokkarar og popparar. Tað merkir, at tú kanst koma sum ein rokkari ella ein poppari. Tað kostar 20,- kr fyri limir og 30,- kr fyri onnur at koma í diskotek. Sodavatnsbarrin verður opin, so okkurt lekkurt verður til keyps fyri ein…