Vit hátíðarhalda kærleikan

14. februar er Valentine's dagur, og tá hátíðarhalda vit kærleikan. Tað fara vit eisini at gera í Húsinum. Vit fara at gera okkurt gott fyri tey, sum vit eru góð við.

Eisini hugsa vit, at tit, sum eru von at vera í Húsinum, kanska taka onkran við tykkum, sum ikki er vanur at vera har - vísa teimum allan kærleikan í Húsinum <3 - Hevur tú onkran við, sum ikki vanlig gongur í Húsinum, so fært tú 3 eyka klisturmerkir

Sjálvandi eiga vit eisni okkurt søtt til dagin

Kom oman í Húsið og hátíðarhald kærleikan við okkum:)

Byrjar:
14.02.2020 - KL. 13:00

Komandi tiltøk

19 februar
2020
Vit gera grýlumaskir

Nú nærkast av álvara føstulávint, so vit mugu gera nakrar maskir - við uppá tað? Kom ein túr framvið í Húsið, og ger tína heilt serstøku andlitsmasku:)

 

20 februar
2020
Húsfundur fyri børn

Hvønn hósdag fara vit hava hava húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Hú…

20 februar
2020
Luau í svimjihøllini - ung

20. februar skipa vit fyri stórum ungdómstiltakið í samstarvi við svimjihøllina.

Vit fara í heitari lond, og bjóða inn til Luau kl. 21.00. Vit fara at brúka umleið 2 tímar í svimjihøllini við chill, kappingum, tónleiki, onkrum til eyguni, og eini stuttligari sodavatnsbarr.

So nú e…