11.12.2023

Vit leita eftir námsfrøðingi ella líknandi 20 tímar um vikuna

Húsið leitar eftir námsfrøðingi ella líknandi til eitt spennandi og stuttligt starv - longd freist

Í Húsinum vilja vit geva børnum og ungum eitt frítt og opið stað, har tey kunnu royna nýggjar leiðir í einum stuttligum og stuðlandi umhvørvi. Tað skal kennast væl og trygt hjá øllum at vera í Húsinum, og sum starvsfólk skalt tú vera við til at skapa hetta virkna, fevnandi og fjálga umhvørvið.

Arbeiðstíðin er frá kl. 12.15 til 16.45 allar gerandisdagar við møguleika fyri fleiri tímum.

Arbeiðsuppgávur:
at vera góð/ur við tey
at vegleiða
at skipa fyri
at spæla
at flenna
at vera kreativ/ur
at handfara ósemjur
at taka lut í teimum praktisku uppgávunum
alt møguligt annað, sum kann stinga seg upp

Vit vænta, at tú:
kanst arbeiða sjálvstøðugt
ert tolin og forvitin
ert djørv/djarvur
ert fevnandi
hevur lætt við at skapa sambond
tolir ein rokaligan dag við nógvum ymiskum bóltum í luftini í senn
hevur mót uppá at brúka teg sjálvan sum amboð
dugir at seta ting í gongd
Við øðrum orðum, at tú hevur áhugað fyri børnum og ungum, og at tú vilt vera við til at skapa ein góðan, stuttligan og gevandi dag saman við teimum.

Vit lova, at:
tað verður stuttligt
tað verður gevandi
tað verður avbjóðandi
tað verða tvístøður
tað verður hjartanemandi

Um tú ert forvitin og vilt vitað meir, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Á. Gregersen, leiðara, á telefon 281810

Setanarviðurskifti:
Vit ynskja at tú kanst byrjar 3. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 2. januar 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta her

 

UM HÚSIÐ
Húsið er stovnur undir Klaksvíkar Kommunu
Í gerandisdegnum er Húsið karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Her hava vit tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.

Her eru ikki nógvir reglar, men teir fáu, sum eru, ganga vit høgt uppi. Her fara vit væl við hvørjum øðrum, her nýta vit ikki rúsdrekka.

Húsið er karmurin, starvsfólkini amboðini og børn og ung innihaldið. Her skapa vit saman, mennast saman og uppliva lívið saman.

Dagurin í Húsinum er í 2 pørtum. Seinnapartar er Húsið karmur um frítíðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki til og við 7. flokk. Kvøld- og vikuskiftir eiga tey ungu frá 7. flokki til og við 18 ár tíðina.