28.11.2023

Manglar tær enn onkra jólagávu?

HVat við einum limagjaldið frá Húsinum? Tað loysir seg. Við í prísinum er limagjaldið fyri restina av árinum, ein hettutroyggja og sjálvandi eisini sjálvt limakortið, sum bæði gevur onkran fyrimun í Húsinum, men eisini 10% í avsláttri í Sport 24 og 10% av vørum til skúlabrúks í Alfa Bókhandil

Limagjaldið kostar 400,- kr, og er galdandi restina av skúlaárinum

Eisini eiga vit enn nakrar hettutroyggjur frá undanfarnum árum - tær selja vit nú fyri 100,- kr pr. stk. Kanska tað loysir seg at koma ein túr framvið

Vit hava opið hvønn dag frá 12.30 - 16.30 og mán-, mik- og hóskvøld frá kl. 19.30 - 23.00, Fríggjakvøld frá kl. 19.30 - 24.00 og leygarkvøld frá kl. 19.00 - 01.00

Vælkomin framvið - eisini um tað bara er til ein kaffimunn:)