VER SAMAN - Kafe

Í dag skipa børnini fyri kafe fyri foreldrum, systkjum, ommum, abbum, gummum, gubbum og øllum øðrum, sum hava hug til okkurt lekkurt úr kafeini.

Kafein verður opin fríggjadagin frá kl. 17.00 til 19.00, og hóast matskráin og príslistin ikki er orduliga klárur enn, so kunnu vit avdúka, at her heilt sikkurt verður okkurt lekkurt at fáa.

Vit gleða okkum at síggja tykkum, so vit kunnu VERa SAMAN eina løtu

Byrjar:
03.05.2024 - KL. 17:00
Endar:
03.05.2024 - KL. 19:00

Komandi tiltøk

20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
21 mai
2024
KVISS við Jeggi - børn
Veitst tú eina rúgvu um alt møguligt? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna :)Hesaferð snýr tað seg um fisk, skip, seyð, fjøll og so framvegis. Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt :)
05 juni
2024
Húsið stongt - Grundlógardagur